Íslendingar ætla at ala 20.000 tons á landi

- Landalistøðin hevur eina góðkenning tll 6000 tons um árið, men málið er at framleiða fleiri enn 20.000 tons.

 

iLaks, sum endurgevur íslendska ríkisútvarpið, veit í dag at siga, at arbeiðið upp á størstu landalistøð í Íslandi nú er farið í gongd.

Støðin fer at liggja nær havnalagnum í Thorlakshöfn.

Stjórin í Landeldi, Ingólfur Snorrason, vísir á, at landalistøðin eisini kemur at liggja nær við flogvøll og góðskingarvirki.

- Nýggja landalistøðin hevur eina góðkenning til 6000 tons av laksi í rundari vekt um árið, men málið hjá okkum er at framleiða fleiri enn 20.000 tons um árið.

Ingólfur Snorrason vísir á, at felagið longu er byrjað at framleiða laks, og at Landeldi verður til reiðar at slakta og selja, áðrenn 2022 rennur út.

- Vit eru byrjað at framleiða á einari smoltstøð, sum vit hava nær Hveragerði, og her eru 800.000 smolt og rogn, sigur stjórin í Landeldi.