Íslendsk kvintett - føroyskir tónar

Reykjavíkar Wind Quintet hevur spælt inn á fløgu tónaverk hjá føroyskum tónasmiðum

Tað er einki minni enn stórhending, at føroysk klassisk verk nú koma út á fløguni Cantus borealis. Fløgan verður givin út á forlagnum BIS, sum er norðurlendskt útgávufelag. Við hesum verður tónleikurin breiddur um allan heim.

Reykjavíkar Wind Quintet, ella Blásarakvintett Reykjavíkar, hevur seinnu árini samstarvað við føroysk tónaskøld og luttikið á Summartónum nakrar ferðir.

Tað eru verk frá hesum framførslum, sum nú koma á fløgu.

Í felagnum Føroysk Tónaskøld eru tey fegin um samstarvið, tí íslendska kvintettin verður mett a verða á sera høgum listarligum støði.

Tað hevur týdning, at føroysk tónaskøld fáa tónleik sín spældan inn á fløgu, so hann kann spælast á útvarpsstøðum kring heimin, meta tey í Føroysk Tónaskøld.

Áhugin fyri føroyskum tónleiki er vaksandi og føroysk verk verða framførd aðrastaðni á konsertum og tónleikafagnaðum.

Tónasmiðirnir, ið eru umboðaðir á fløguni eru, Atli Petersen, Edvard Nyholm Debess, Kári Bæk, Kristian Blak, Pauli í Sandagerði og Sunleif Rasmussen.

Áhugavert er, at í fløguhúsanum er greitt frá um tónskøld og um Føroyar á fleiri málum.