Nýggi íslendski eigarin av enska felagnum West Ham fekk góða byrjan í sínum fyrsta dysti, sum West Ham vann 1-0. Í gjár spældi West Ham aftur í Premier League, og hesaferð gekk ikki heilt so væl. West Ham var á útivølli ímóti Everton, og hóast West Ham leingi var vandamiklara liðið, so vann Everton dystin 2-0. Leon Osman og James Vaughan skoraðu málini hjá Everton. Við tapinum er West Ham av álvara farið at nærkast botninum í Premier League.