Íslendski fiskimálaráðharrin takkar føroyingum

Í hesum døgum er nýggi íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson, á vitjan í Føroyum, og á samkomu í Klaksvík týskvøldið sendi hann eina serliga tøkk til føroyingar.

Einar K. Guðfinnsson er á vitjan hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, og týsdagin vitjaðu teir báðir í Klaksvík. Á samkomu í Skálanum týskvøldið helt íslendski fiskimálaráðharrin røðu, og hann nýtti høvi til at takka føroyingum fyri hjálpina, sum teir veittu íslendingum í sambandi við vanlukkurnar í Suðavík og á Flateyri í 1995.

Er sjálvur úr økinum
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu stendur at lesa, at íslendski fiskimálaráðharrin, sum sjálvur er úr økinum við Suðavík og Flateyri, í røðu síni greiddi frá, at tann stóra tøkk, sum føroyingar tá veittu bygdarfólki og næstringum hansara í bygdunum báðum, var høvuðsorsøkin til, at fyrsta vitjan hansara uttanlands sum fiskimálaráðharri er júst í Føroyum.
- Hetta var so fløvandi í neyðini og hjartaligt, at allir íslendingar eru føroyingum sera takksamir fyri hjálpina, sum teir minnast við takksemi og virðing, segði Einar K. Guðfinnsson millum annað.