Íslendska sjóverjuskipið Ægir, sum luttekur í ES-marknaverjuni í Miðjarðarhavinum, hevur bjargað 100 flóttafólkum.
Sjóverjan sigur, at tey 100 fólkini vóru umborð á einum skipi, sum hevði fingið maskinskaða á veg úr Egyptalandi til Italia. Griksku myndugleikarnir siga, at skipið sendi neyðarkall. Upprunaliga varð hildið, at skipið var nærhendis Malta, men tað vísti seg, at tað var tætt við griksku oynna Kreta.
Einki verður sagt um, hvørjum landi tey skipbrotnu eru úr, men sambært griksku myndugleikunum vóru fleiri kvinur og børn við skipinum.
Ægir er við í tí sokallaða Frontex-tiltakinum, sum skal steðga tí ólógliga flóttafólkastreyminum úr Afrika og Asia til Grikkalands og Italia. Eitt annað íslendskt sjóverjuskip, Týr, er eisini í Miðjarðarhavinum, har tað hjálpir ES at halda eyga við tunfiskiskapinum har.