– Tað verður undir ongum umstøðum talan um at seta ein heilsuskúla á stovn í Havn.
Tað staðfestir Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, púra greitt.
Hann sigur, at hann er rætt og slætt skelkaður av Arbeiðsloysisskipani, Als. Hann leggur nevniliga Als undir at máa støðið undan heilsuskúlanum í Suðuroy, sum hann kallar eina sólskinssøgu.
– Fyri eini viku síðani var eitt umboð fyri Als í Kringvarpinum og róðu fram undir at skipa ein heilsuskúla í Havn og tað kann ikki góðtakast, sigur Bjarni Hammer.
Hann sipar til, at tá var Jóhanna Andreassen, kveikjari í Als í Degi og Viku og umrøddi starvsfólkatrotið í heimarøktini og eldrarøktini.
Tað er serliga í meginøkinum, at trot er á arbeiðsfólki, samstundis sum at avlop er av starvsfólki í Suðuroy
Kveikjarin í Als segði, at fyri at nøkta tørvin á starvsfólki, skipar Als fyri stuttum skeiðum í grundleggjandi heilsurøkt og so sleppa tey, sum hava verið á skeiði, at royna seg sum starvsfólk at vita um heilsuøkið er nakað fyri tey.
Men so legði hon afturat: Nú var eitt orð frammi um at vit skulu gera eina heilsuútbúgving í Havn og tað er egentliga her, at tørvurin er stórur, tí vit síggja, at í Suðuroy er marknaðurin nokk so mettaður.
Hetta hevur skelkað løgtingsmannin fyri Javnaðarflokkin í Suðuroy.
– Arbeiðsloysisskipanin hevur átikið sær tað sjónarmiðið, at tað ikki er tørvur á einum heilsuskúla í Suðuroynni longur, staðfestir Bjarni Hammer.
Hann vísir á, at í Suðuroy er ein heilsuskúli, sum er serútgjørdur til endamálið.
– Mær vitandi, er vanligt at fólk, sum vilja hava eina útbúgving, ferðast til útbúgvingarstovnin. Tað er ikki vanligt, at stovnurin skal flyta hagar næmingarnir eru, sigur hann.
Hann sigur, at er tørvur á at skipa fyri skeiði í grundleggjandi heilsurøkt, eigur skeiðið at vera heilsuskúlanum í Suðuroy, sum er serútgjørdur til endamálið.
Hann heitir tí á Als um at lata Heilsuskúlan í Suðuroy fáa frið, tí hann heldur ikki, at Als skal leggja seg út í útbúgvingarpolitikkin hjá landinum.
Og hann leggur dent á, at tað verður undir ongum umstøðum góðtikið, at heilsuskúlin verður fluttur til Havnar.
Tá ið Jóahnna Andreasen sipar til, at tað hevur verið frammi at skipa ein heilsuskúla í Havn, sipar hon kanska til, at spurningurin hevur verið til viðgerar í Tórshavnar Býráð. Les meiri um tað her: Tað er ov strævið at fara til Suðuroyar
Men Annika Olsen var skjót at royna at slætta sjógvin. Les meiri um tað her: Hetta er ikki búgvið at taka støðu til
Les meiri um, hvørja áskoðan Bjarni Hammer hevur um hetta við at trýsta HER