Sleppa í nýggja barnagarðin komandi summar

Hósdagin setti borgarstjórin í Leirvík, Fríðgerð Heinesen spakan í fyri nýggja barnagarðinum við Brúsá. Nógv fólk, bæði úr Gøtu og Leirvík vóru komin saman til hesa løtuna.

Leirvík: Á hugnaligu løtuni vísti formaðurin í trivnaðarnevndini, Ólavur Sjúrðaberg á teir møguleikar sum nýggi stovnurin fer at hava.

Hann vísti á góða útsýnið yvir fjørðin, út yvir bygdina í ein norðan og móti eystur. Barnagarðurin kemur haraftrat at liggja í einum náttúruvøkrum øki, tætt við á, viðarlundina og fótbóltsvøllin og hagan.

Á samkomuni sungu børnini ein sang og síðani var farið inn í bygdarhúsið, har øll fingu ein góðan bita sum starvsfólk í barnagarðinum høvdu skipað fyri. Samstundis við hetta var høvið hjá fólki at síggja tekningar av nýggja barnagarðinum.

P/f Fjarðahús skulu byggja barnagarðin, sum er ætlaður til 84 vøggustovu- og barnagarðsbørn. JHR Entreprenørum fara nú at grava út fyri barnagarðinum.

Hesi bæði arbeiðini kosta tilsamans 13,4 mió. krónur.

Barnagarðurin verður eftir ætlan klárur at taka í nýtslu komandi summar.