Sløktu lítlan eld í bakaríi í Klaksvík

Eldur var komin í eina frituru, men tamarhald kom skjótt á støðuna

Fyri løtu síðani var útrykningur í Klaksvík. Sløkkiliðsbilurin var boðsendur, tí onkur hevði boðað frá eldi onkrastaðni.

 

Tað vísti seg, at talan var um bakaríið Amarant í Klaksvík. Har var eldur komin í eina frituru í køkini, frætta vit frá sløkkiliðnum.

 

Men tamarhald fekst tíbetur skjótt á støðuna, so har var eingin vandi á ferð. Longu áðrenn sløkkiliðið kom á staðið, var eldurin sløktur.

 

– Har var eingin dramatikkur. Alt gekk væl, og nú er í lagi, siga tey úr sløkkiliðnum.