Slovan Bratislava hevur á heimasíðuni hjá felagnum boðað frá, at eitt eykaliði møtir upp í Føroyum í morgin, og spælir Champions League dystin móti KÍ fríggjakvøldið. Hartil er formaðurin í felagnum, Ivan Kmotrík, í øðini inn á føroyskar myndugleikar.
Les eisini: Slovan kann spæla við einum koronafríum eykaliði
- Fyrst og fremst vilja vit takka UEFA fyri at gera alt fyri, at dysturin kann blíva spældur. Vit virðismeta teirra initiativ og engagement í hesi støðuni, har lokalu myndugleikarnir er komnir upp í spæl, og gera alt fyri at gera umstøðurnar so torfør fyri okkum sum gjørligt, sigur Ivan Kmotrík.
- Hetta er ein undarlig støða, tí sambært reglugerðini hjá UEFA kunnu vit spæla, men lokalu myndugleikarnir royna sítt besta at steðga dystinum at blíva spældur. Vit gleðast um, at vit hava fingið enn ein møguleika at spæla dystin fríggjadagin. Vit vóna at dysturin verður spældur í andanum av Fair Play og verður avgjørdur á vøllinum.
Slovan Bratislava roynir í løtuni at samla ein hóp upp í minsta lagi 13 mans til dystin, sum nú verður spældur fríggjakvøldið klokkan 19.