Slovenia vann á Pólandi sum okkara møta í morgin

Slagið um annað plássið stendur í morgin klokkan 12

Slovenia hevur tryggjað sær pláss at kappast um plássini 9 til 12 í EM-endaspælinum fyri U20 landslið hjá monnum.

 

Slovenia vann í dag 29-26 (16-13) á Pólandi í okkara bólki í niðara millumspælinum.

 

Støðan í millumbólki 1 í niðara endaspælinum er, at Slovenia hevur fýra stig, Póland og Føroyar hava tvey stig, og Noreg hevur einki stig. 

 

Í morgin klokkan 12 spæla Føroyar og Póland. Póland hevur betri málmun, og tí mugu okkara menn vinna á Pólandi fyri at sleppa at kappast um plássini 9 til 12. Vinna vit ikki á Pólandi mugu okkara menn kappast um plássini 13 til 16. 10 tey fremstu liðini sleppa til U21 HM endaspælið í 2023. 13 tey fremstu liðini sleppa til komandi U20 EM endaspælið. 

 

Dysturin sæst á kvf.fo.