- Tað er neyðugt at fáa skapt eitt kjak um tørvin á røktarheimsplássum og alternativa íbúðarloysn hjá teimum eldru.
Jákup Mikkelsen, formaður í Trivnaðarnevndini, og hann heldur tíðin er komin til, at nærri verður hugt at bæði røktarheimum og sambýlum, men ikki minst eftir alternativum íbúðarmøguleikum.
- Vit hava í dag ein ómettaðan tørv á røtkarheimsplássum, og tað er serliga í Tórshavn og Klaksvík hesin tørvurin er. Men hyggja vit fram í tíðina er eingin ivi um, at tørvurin hjá fólki, sum koma upp í pensjónsaldur, men annars eru væl fyri, gongur móti alternativum búplássum til sambýlini, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann heldur tí, at vit eiga at byrja at hyggja upp á, hvussu vit koma hartil, at vit byrja at byggja íbúðir til eldri fólk.
- Vit koma altíð at hava brúk fyri plássum til røktarheims sjúklingar, men fólk, sum í dag eru í 40-50 ára aldri, hava uttan iva ilt við at ímynda sær eitt pláss á einum røktarheimi, tá tey koma upp í árini, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann metir tí, at tað í alt størri mun verður brúk fyri einum millumliði millum egnan bústað og røktarheim ella sambýli.
- Tað eru stórir fyrimunir við at byggja smærri íbúðir til tey av okkara eldru, sum ikki hava røkt fyri neyðini, og samstundis klára at halda eina minni íbúð sjálvi, sigur Jákup Mikkelsen.
Lættari at halda hús
Tá tað kemur til fíggjarliga spurningin heldur formaðurin í Trivnaðarnevndini, at eindarprísurin fyri røktarheimspláss ella sambýli er alt ov høgur.
- Seinastu røktarheimini, sum bygd eru, hava kostað yvir tvær milliónir krónur pr. búpláss, og eg eri sannførdur um, at vit kundu fingið meiri fyri pengarnar. Eg hugsi, at eitt stað millum eina og hálvaaðru millión krónur er meiri realistiskt fyri smærri íbúðir, og tá vildu vit fingið fleiri búpláss fyri somum pengar, sigur Jákup Mikkelsen.
Slíkar eldraíbúðir kundu verið hentar hjá fólki at flyta inn í, sum ynskja at flyta heiman ífrá.
- Tað kann verða ein lætti hjá eldri fólki, sum kanska ikki longur orka at halda eini stór hús, at kunna flyta inn í eina minni íbúð, sum verður lættari at halda. Samstundis kunnu tey flyta inn í eitt umhvørvi, har fleiri onnur eldri búgva, sigur Jákup Mikkelsen.
Spurningurin er so, hvussu slík bygging skal fíggjast.
- Vit kunnu ímynda okkum, at eitt eldri fólk situr í einum stórum húsum, har einki lán er í longur. Hesi kunnu so selja húsini og skjóta ein part inn í hesa byggiverkætlanina, og harvið fáa bíligari leigu, enn um tað almenna fíggjaði alla íbúðind, sigur Jákup Mikkelsen.
So hóast vit framhaldandi fara at hava tørv á at byggja røktarheim, so eiga vit at fara at hugsa um at byggja alternativar eldraíbúðir.
Við at fíggja
Tað kundi eisini hugsast, at avsett vóru økir, har fólk kundu bygt sínar egnu íbúðir og átt tær, og tá so hesi løgdu frá sær, kundu onnur keypt tær.
- Tað er í hvussu er ein møguleiki, ið vit áttu at umhugsa. Spurningurin er bara, um vit ikki kundu funnið ein millumveg. Í dag er tað tað almenna, ið rindar allan kostnaðin, men kundu vit bygt hesar íbúðirnar fyri eitt stað millum eina og hálvaaðru millión, og fólk so kundu skotið til dømis hálva millión í sjálvi, so hevði tað avgjørt verið áhugavert, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at hann kundi ynskt sær eina fleksibla skipan, har leigan kom at verða tengd at tí innskoti, ið fólk gjørdu.
- Skipanin kundi verið soleiðis, at gjalda fólk fyri alla byggingina, verður eingin leiga, gjalda tey helmingin av byggingini, rinda tey bert helvtina av leiguni og so framvegis, sigur Jákup Mikelsen.
Hann sigur, at ein slík skipað bygging í einum eldraumhvørvi hevði eisini givið møguleika fyri ávísum tilboðum til tey eldru.
- Tey kundu fingið ta hjálp, teimum tørvað í einum slíkum nærumhvørvi, tað verið seg røkt ella matur, til dømis, sigur Jákup Mikkelsen.
Hinvegin skulu vit framhaldandi stuðla upp undir, at tey eldru kunnu vera í egnum húsum so leingi sum møguligt.
- Og har skulu vit avgjørt styrkja um Nærverkið og heimahjálpina, so tað í hvussu er ikki verður ein orsøk til, at tey eldru vilja sleppa úr egnum heimi, sigur Jákup Mikkelsen.
Men hann undirstrikar, at tíðin er komin hartil, at kjakið um alternativar eldraíbúðir verður tikið upp, so nakað veruligt kann gerast við málið.