Smáir hundar eru in

Seinastu tíðina eru nógvir smáir hundar komnir til landið. So nógvir, at nakrir av smáhundaeigarunum halda tað vera tørv á at stovna eitt felag fyri smáar hundar

Diana Mouritsen og Hanna Dahl er bert tvær av nógvum føroyingum, sum hava fingið sær ein lítlan hund. Diana eigur ein chiwauwa, sum vigar 1440 gr., og Hanna eigur ein tibetanskan tempulhund, ið vigar eini 6 kg. Afturat teimum er eisini Vár Lamhauge, ið starvast í Djórahandlinum, og sum hevur alstóran áhuga fyri djórum, eisini smáum hundum.
Tær tríggjar hava varnast stóra áhugan fyri smáum hundum, ið seinastu tíðina er komin millum føroyingar, og tær hava tí gjørt av, at royna at savna allar smáhundar við eigarum.
Umframt tað, hava tær eisini tikið stig til at stovna eitt smáhundafelag í næstum.

Smáhundadagur
? Tað byrjaði við, at vit bert ætlaðu at fáa fólk, ið hava smáar hundar at møtast. Men tað hevur so útviklað seg til, at vit nú hava tikið stig til at stovna eitt felag. Og tað tykist vera sera stórur áhugi fyri tí, greiðir Diana Mouritsen frá.
Hon sigur, at síðani hesar ætlaninar so smátt byrjaðu at frættast runt um landið, hava heilt nógvir smáhundaeigarar vent sær til teirra, fyri at frætta nærri.
? Tað hava nógv fólk ringt til mín seinastu dagarnar úr øllum Føroyum. Og vit verða ofta steðgaðar, tá vit møta fólki á gøtuni. Áhugin er sera stórur, so tað er heilt sikkurt grundarlag fyri einum smáhundafelagi í Føroyum, staðfestir Diana.
Leygardagin 16. apríl hava tær tí boðið øllum smáhundaeigarum niðan í Hoydalar, har grasfløtan uttanfyri skúlan verður karmur um dagin.
Eingin endalig skrá er løgd, tí Diana sigur, at tað verður upp til tey fólkini, ið møta upp, at avgera, hvat skal henda.
? Men vit hava so fyrireikað nøkur spøl við hundunum. Vit hava eisini gjørt nøkur spurnarbløð, ið vit ætla at býta út, soleiðis at fólk kunnu geva okkum eina afturmelding, so vit vita hvussu vit skulu arbeiða víðari við felagnum. Men høvuðsdenturin verður lagdur á at møtast, og bert síggja hvørjir aðrir smáhundar eru, greiðir Diana frá.
Á smáhundadegnum fara tær eisini at práta um at stovna smáhundafelagið. Saman við hinum eigarunum ætla tær m.a. at fastleggja endamálið við felagnum.
Diana sigur, at tær eru sera spentar, tí hetta er fyrsta felagið av sínum slagi í Føroym.
? Tað er eitt seyðahundafelag, men tað er ikki heilt tað sama, sigur hon.

15 kg
Diana sigur, at tær hava sett markið fyri, nær talan er um ein smáhund, at vera 15 kg.
? 15 kg ljóðar kanska rættiliga nógv í oyrunum á teimum flestu, men tað er faktiskt ikki so nógv. Og tað er eisini mest fyri at seta markið onkustaðni, soleiðis at teir heilt stóru hundarnir ikki koma við, sigur Diana.
Hon sigur víðari, at 15 kg eru galdandi fyri vaksnar hundar og ikki hvølpar.
? Ein seyðahundahvølpur t.d., vigar minni enn 15 kg, men hann vigar nógv meiri enn tað, tá hann er vaksin. Tí er smáhundafelagið ikki fyri teir. Ætlanin er at savna teir hundarnar, ið viga undir 15 kg, tá teir eru vaksnir, slær Diana fast.
Slagið á hundinum er tó undirornað, tí øll hundasløg eru vælkomin.
? Bæði ektað og óektað, sum Diana tekur til.

Serlig krøv
Spurd um tað eru nøkur serlig krøv, ið fólk skulu hugsa um, áðrenn tey fáa sær ein smáhund, svarar Diana, at tað heldur hon sum so ikki. Men fólk skulu altíð hugsa seg væl um, áðrenn tey fáa sær hund. Óansæð støddina.
? Fólk mugu gera sær greitt, at tann elskuligi hvølpurin, sum tey so fegin vilja hava, einaferð fer at verða vaksin, og tá verður hann kanska ikki so elskuligur meiri. Tey mugu altíð minnast til, at tað fylgir ein ábyrgd við at fáa sær hund, minnir hon á.
Diana nevnir, at hundar altíð eiga at fáa góðan og rættan mat, og at teir altíð eiga at sleppa at røra seg og fáa eitt sindur av venjing. Óansæð stødd, slag ella aldur.
Diana sigur, at hennara smáhundur í øllum førum ikki er dýrur í drift. Hann kostaði nakað at fáa, tí hann er ein ektaður chiwauwa, ættaður úr Slovakia. Men síðani hann kom til landið hevur hann ikki verið dýrur.
? Eg brúki uml. 200 kr. fjórða hvønn mánað til hundamat. So tað koppar ikki beinleiðis nakrari fíggjarætlan, heldur Diana.
Men tá man bert vigar 1440 gr. er tað sjálvsagt avmarkað, hvussu nógv man kann orka at eta.