Smáu oyggjarnar vænta at missa skúlarnar

Nú kommunurnar í Danmark skulu leggjast saman, stúra fær smáu oyggjarnar fyri, at tær fara at miussa skúlarnar

Danska stjórnin hevur gjørt av at broyta Danmarkarkortið við einum heilt nýggjum bygnaði. Broytingarnar bera millum annað í sær, at tær kommunalu eindirnar skulu vera størri, og tí skulu nógvar kommunur leggjast saman. Eitt úrslit av tí verður, at tær smáu oyggjakommunurnar verða lagdar saman við kommunum inni á landi.

Tær stóru kommunurnar hava longu gjørt greitt, at samanleggingin fer at krevja sparingar á fleiri økjum, og nú stúra fólk á teimum smáu oyggjunum fyri, at sparingarnar fara at raka tey serliga meint. Eitt nú vænta tey, at í framtíðini noyðast børnini av oynni í skúla.

Formaðurin í Sammenslutningen af Danske Småøer, Henry Larsen, krevur, at tær smáu oyggjarnar fáa sína egnu stuðulsskipan, so tær ikki sita eftir við svartaperi, tá tær stóru kommunurnar fara at spara.

-Stuðulin til skúlarnar eigur at vera markaður. Ætlar ein kommuna at lata ein oyggjarskúla aftur, skal hon missa pengarnar. Á tann hátt sparir hon einki við at steingja skúlan, sigur hann við Politiken.

Formaðurin í oyggjanevndini hjá Fólkatinginum, vinstrakvinnan Inger Støjberg, heldur ikki, at ein serlóg skal bjarga oyggjaskúlunum. Hon sigur kortini, at nevndin er greið yvir trupulleikarnar, sum teir smáu oyggjaskúlarnir kunnu koma í orsakað av tí broytta kommunubygnaðinum.