Smágenta fekk smærri snuddir av hundi

Eigarin er skuldsettur fyri at bróta hundalógina

Í gjár varð løgreglan boðsend tí at ein smágenta hevði fingið snuddir á kroppin av einum hundi. Løgreglan sigur, at talan var um ein stóran hundahvølp, sum ikki var glúpskur, men sum leyp upp á gentuna at spæla. Men hundahvølpurin var rættiliga stórur aftur ímóti gentuni, so hon fekk ikki vart seg, men varð klórað ymsastaðni á kroppinum, so hon hevði skurðsl fleiri staðni á kroppinum.

 

 Løgreglan hevur verið í sambandi við eigaran og hann ásannaði, at hundahvølpurin var lopin upp eftir gentuni. Hann er nú skuldsettur fyri at hava brotið hundalógina og tað fær hann bót fyri.