Beinleiðis: Gott lag í góðveðrinum í Klaksvík

Jóannes K. Danielsen er leikbannaður, og René Shaki Joensen er ikki nóg birgur at vera millum teir fyrstu ellivu

96) 2-0

 

Liðugt

 

90) 2-0

 

Seks minuttir lagdir aftrat.

 

 

 

82) 2-0

 

Yambéré fer skaddur av vøllinum, og fyri fyrstu ferð í ár verður Odmar Færø skiftur inn.

 

René Shaki Joensen avloysir Albert Ejupi á sentrala miðvøllinum.

 

 

 

79) 2-0

 

VAR kannar nærdyst í KÍ brotsteiginum og staðfestir, at talan var ikki um brotsspark.

 

 

 

68) 2-0

 

Pætur J. Petersen avloysir Michael Williams.

 

Trýstið ímóti KÍ málinum er linkað, men tað gongur illa hjá KÍ at fáa samanhangandi fótbóltsspæl í llag.

 

55) 2-0

 

Dan í Soylu avloysir Deni Pavlovic, sum hevur gult kort frá fyrra hálvleiki.

 

KÍ er trýst í botn. Verjuspælið er framvegis væl skipað, men tað eru nógvar spentar støður í KÍ brotsteiginum.

 

47) 2-0

 

KÍ hevur sama fólkið á vøllinum, meðan gestirnir hava skift út. Eftir horna eru KÍ spælararnir sera hepnir, tá ið risastórur møguleiki verður misnýttur. Tað verður varskógvað fyri brotssparki, men VAR sigur, at tað var ikki brotsspark.

 

-

 

Tveir KÍ spælarar hava skarað framúr í fyrra hálvleiki. Annar er Árni Frederiksberg, sum hevur skorað bæði málini, og hin er Mark F. Jensen, sum hevur verið sannur brandur millum KÍ stólparnar.

 

##med3##

 

45+6 2-0

 

Hálvleikur

 

Eftir 2-0 málið var um reppið, at gestirnir minkaðu um munin, tá ið KÍ málverjin, sum annars hevur verið sera sannførandi, var lítið avgjørdur.

 

45+3 2-0

 

2-0: Árni Frederiksberg br

 

KÍ hevur økt um leiðsluna til 2-0. Dagsins maður higartil er Árni Frederiksberg, sum nú umsetti brotsspark til mál.

 

Áskoðararnir fegnast, men øll munnu vera samd um, at støðan er misvísandi, tí KÍ hevur mest sum alla tíðina verið undir stórur trýsti.

 

45+1 1-0

 

Dómarin bríkslar fyri brotssparki til KÍ, tá ið Árni Frederiksberg fer um koll. VAR kannar nú dómin.

 

 

 

40) 1-0

 

KÍ hevur havt eina skotroynd og skorað eitt mál, og gestirnir hava fimm ferðir roynt seg við skotum.

 

38) 1-0

 

Síðstu løtuna hevur tað bara gingið fyri seg á KÍ hálvuni. KÍ sparkar burtur og hevur einki álopsspæl.

 

35) 1-0

 

GULT KORT

 

Deni Pavlovic sær gula kortið fyri professionelt fríspark. Gul kort í fyrra hálvleiki kunnu fara at vísa seg at vera kostnaðarmikil.

 

32) 1-0

 

KÍ málverjin Mark F. Jensen stórbjargar uppi í horninum til høgru fyri seg sjálvan eftir skot av brotsteigarmarkinum.

 

31) 1-0

 

GULT KORT: Børge Petersen, sum er mittasti av trimum miðverjum sær gult fyri professionelt fríspark.

 

30) 1-0

 

KÍ hevur síðstu løtuna ikki havt fatur á bóltinum. Klaksvíkingar renna aftaná, meðan gestirnir fyri tað mesta eru á bóltinum, og í onkrum førum hevur tað verið vandamikið í KÍ brotsteiginum.

 

 

 

25) 1-0

 

Gestirnir eru framvið, og eftir innlegg úr vinstru var um reppið, at tað endaði við máli, men Mark F. Jensen í KÍ málinum leyp út og fekk fatur á bóltinum.

 

KÍ hevur higartil verið meiri á bóltinum enn mótstøðuliðið.

 

 

 

##med2##

 

12) 1-0

 

1-0: Árni Frederiksberg

 

Árni sneiðir seg framvið tveimum og staddur mitt fyri og 20 metrar úr málinum smekkar hann til. Málverjin tveitir seg til vinstru, men røkkur ikki út til bóltin, sum fer í málið. Øgiligur fagnaður - eisini kring vøllin.

 

 

 

-

 

Tað er av fagrastu líkindum í Klaksvík, har tað nú klokkan 19 verður dystur í Champions League.

 

KÍ hevur valt at spæla frá vestara málinum. Klaksvíkingum hevur altíð dámað væl at spæla ímóti vestara málinum í seinna hálvleiki, og soleiðis verður tað í kvøld.

 

Merkisvert er tað, at René Shaki Joensen ikki er millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur higartil í ár verið eyðsýndasti KÍ spælarin, men seinastu ferðirnar hevur hann verið darvaður av skaða.

 

Jóannes K. Danielsen, sum er fastur vongverji í høgru, er ikki á listanum. Hann er leikbannaður, eftir at hann í Lille 14. desember í fjør sá gula kortið tvær ferðir og harvið varð vístur av vølli í 85. minutti.

 

Ta ferðina var Jákup B. Andreasen eisini vístur av vølli fyri at síggja gula kortið tvær ferðir. Hann er skaddur og ikki á listanum í kvøld.

 

 

 

KÍ – FC Differdange Luksemborg kl. 19.00

 

Dómari: David Munro úr Skotlandi

 

KÍ: Mark F. Jensen – Claes Philip Kronberg, Céderic Yamberé, Alexander Berntsson, Børge Petersen, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Albert Ejupi, Joseph Michael Williams – Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum: Ari í Haraldstovu Petersen, René Shaki Joensen, Dan í Soylu, Dávid B. Andreasen, Pætur J. Petersen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Ahmed Latif, Kristoffer Ødemarksbakken

 

Venjari: Espen Haug