Í dag hevur Frakland sett nýtt met í koronusmittu í 24 tímar.
Tað skrivar franska tíðindastovan AFP á Tvitter í dag. Talið av tilburðum seinasta samdøgrið liggur um stívliga 100.000.
- Seinastu dagarnar hevur talið av nýggjum tilburðum annars ligið undir 100.000, men í dag setti talið so met.
Tølini av innløgdum og deyðum við covid-19 er eisini økt seinastu dagarnar.
- Tølini yvir nýggjar smittutilburðir eru ikki góð, segði franski heilsumálaráðharrin, Olivier Veran, hósdagin.