Smittutalið minkar so hvørt

28 persónar eru smittaðir við koronu

Nu byrjar so spakuliga at ganga rætta vegin aftur. Í løtuni eru 28 persónar smittaðir við koronu, sum er ein lutfalsliga stór minking í mun til í síðstu viku.

 

Minkandi talið sæst aftur í, at eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

861 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 294.170 kanningar.

 

757 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 728 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.