Talv
Tað sum ikki má henda fyri ein nærlagdan telvara, hendi sunnukvøldið í 3. umfari í Klaksvík International 2006. Helgi Dam Ziska, sum manglar 25 ratingstig fyri at verða altjóða meistari, hevði í talvinum ímóti Hans Kristian Simonsen vinnandi støðu. Og so fekk Helgi eini sms-boð, og hamarin fall við brestin.
Í hesum tíðum við sterkum talvteldum og talv, sum verða varpað beinleiðis út á internetið, kann ein í ástøðini fáa hjálp frá onkrum via telefonina. Hóast tað fyri summi kann tykjast moralst skeivt at krevja stigið á hendan hátt, so hevur Hans Kristian rætt sambært reglum at fáa stigið.
Spell fyri Helga og hansara ratingjagstran, men hann lærir ivaleyst nógv av hesari óhepnari hending. Ruslan Ponomariov (2703) tapti fyri góðum ári síðani eitt talv á sama hátt, og fleiri onnur dømi eru eisini.
Reisti seg manniliga
Ikki einans í 3. umfari skolaði brotasjógvur á unga havnarmannin. Í 2. umfari tapti Helgi á nærum sama tápuligan hátt, tá hann í spennandi støðu ímóti IM Emil Hermansson (2454) tapti uppá tíð. Og tískil er tað merkisvert, at Helgi leikandi lætt vann á stórmeistaranum Henrik Danielsen (2524)! Talvið er við í blaðnum.
Sum heild hevur gingist væl hjá føroyingunum. Hans Kristian vann mánadagin á IM Jens Ove Fries-Nielsen (2380), og eins og Helgi og Martin Poulsen, hevur Hans Kristian 2 stig. Hermansson hevur telvað sum ein brandur og hevur 3,5 stig aftan á fyrstu fýra umførini.
Fyri at røkka 2400 ratingstigum, skal Helgi fáa 6,5 stig, ella 4 stig av seinastu 6 talvunum. Tað tykist als ikki ógjørligt.
Telvað verður í Leikalund til leygardagin 11. novembur.
Støðan
IM Emil Hermansson3,5/4
GM Henrik Danielsen2,0
Hans Kristian Simonsen2,0
Helgi Dam Ziska2,0
Martin Poulsen2,0
IM Jens Ove Fries-Nielsen0,5
Liðkappingin av bakkastokki
Føroyameistararnir úr Vestmanna Talvfelag vunnu tryggan 3-1 sigur á sandavágsmonnum. Torkil Nielsen hevur mannað 1. borð hjá vágaliðnum í eini 25 ár, men í ár hava uppflytararnir fingið Olaf Berg á liðið og á 1. borð.
John Rødgaard vann eitt gott talv ímóti Olafi. Rødgaard leikti sum vant sera trygt og væl í miðspælinum, og tá Olaf ikki ansaði sær, var Rødgaard eirindaleysur. Carl Eli N. Samuelsen stjól tíðliga eina finnu frá Torkili, og longu tá var talvið nærum avgjørt.
Bernhard Augustinussen bjargaði sandavágsmonnum eitt stig, tá hann í einum óstøðugum talvi, vann eitt rættiliga javnt endatalv ímóti Samson Højgaard. Stigslúkurin frá í fjør hjá vestmenningum, Jákup á Rógvi Andreasen, vann á Jón Gregersen.
Kollfirðingar vunnu 3-1 á einum skerdum havnarliði í framskundaða dystinum hóskvøldið. Nú Olaf Berg hevur skift felag, ger tað støðuna enn verri fyri HT, at Helgi Dam Ziska valla fer at telva nakað serligt í ár fyri sigursvanda felagið. Helgi ætlar sær heldur at fokusera á kappingar uttanlands fyri at blíva altjóða meistari. Havnarmenn kunnu tó ugga sær við at hava fingið Martin Brekká á styrkilistan.
Klaksvíksuppgerðin endaði við 3-1 sigri til A-liðið. Tað tykist ikki heilt greitt hvussu klaksvíkingar ætla sær at manna liðini, tí til dømis var ætlanin, at Terji Petersen skuldi vera á B-liðnum, men sunnudagin leikti hann á 4. borði á A-liðnum. Við tí broytingini er í øllum førum greitt, at Rani Nolsøe – sum er styrkismettur omanfyri Terja – ætlar sær at halda fast um 1. borð á B-liðnum.
Tá vit hyggja at liðmanningunum, vóru úrslitini í 1. umfari ikki óvæntað. Kollfirðingar vóru sterkari á pappírinum enn havnarmenn, og Klaksvík 1 og Vestmanna eru tvey góð lið.
1. deild
1. umfar
Vestmanna-Sandavágur3-1
John Rødgaard -Olaf Berg1-0
Carl Eli N. Samuelsen-Torkil Nielsen1-0
Samson Højgaard-Bernhard Augustinussen0-1
Jákup á Rógvi Andreasen-Jón Gregersen1-0
Klaksvík1-Klaksvík23-1
Heini Olsen-Rani Nolsøe1-0
Finnbjørn Vang-Haldur Suni Johansen0-1
Ólavur Simonsen-Rana Baldursson1-0
Terji Petersen-Rógvi Dragaberg1-0
Kollafjørður-Havnin3-1
Hans Kristian Simonsen-Martin Poulsen0-1
Torbjørn Thomsen-Andrias Ziska1-0
Eyðálvur Johannesen-Jógvan Næs1-0
Karl Louis Johansen-Regin Reinert1-0