SMS-deildin: Eiðiskvinnur hava vunnið sín fyrsta dyst

Tað brast fyri nev hjá EB í Vágshøll ígjár, ið ferðaðist norður aftur við tveimum stigum

Mynd: Eiðis Bóltfelag

Mynd: Eiðis Bóltfelag

Ígjár var botnuppgerð í SMS-deildini millum VB og EB í Vágshøll. Bæði liðini vóru stigaleys undan uppgerðini.

 

Nýggja liðið í SMS-deildini, EB gjørdi ein vørr, og vann 26-22. Í steðginum var EB á odda 12-10.

 

Sálarliga og ítróttarliga hevur hesin fyrsti sigurin í SMS-deildini alstóran týdning fyri EB, og fagnaðurin rungaði aftaná dystin.

 

VB-EB 22-26 (10-12)

 

Málskjúttar VB: Gurið K. Augustinussen 5, Bára K. Mortensen 5. Tórun Vilhelm 3, Rannvá Johannessen 3, Durita K. Hjelm 3, Vár Brattalíð 2, Christina Holm 1. 

 

Málskjúttar EB: Olivia Kruse 7, Lea S. Lisberg 7. Sarita Petersen 6, Eyðbjørg Ellingsgaard 2, Zeljana Grozdanic 2, Rakul V. Magnussen 1, Talita Jeffrisdóttir 1. 

 

Sunnudagin klokkan 14 spæla H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini, og VB og StÍF í Vágshøll. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL72121545812
 STJØRNAN6182124589
 H715155110459
 NEISTIN6156130268
 STÍF7160177-174
 EB6105192-872
 VB7141224-830
Mynd: Eiðis Bóltfelag

Mynd: Eiðis Bóltfelag