SMS-deildin: Stjørnan og Kyndil vunnu stórsigrar

Verandi føroyameistarar, StÍF hava nú tapt fimm av sjey dystum higartil í kappingini

Tóra Eliasen skoraði sjey mál fyri Stjørnuna í dag (Savnsmynd)

Tóra Eliasen skoraði sjey mál fyri Stjørnuna í dag (Savnsmynd)

Í skrivandi stund talar nógv fyri, at tað vera Kyndil, Stjørnan, H71 og Neistin sum vinna seg í FM-hálvfinalurnar. Hetta um mett verður út frá gongdini higartil í SMS-deildini.

 

Verandi føroyameistarar, StÍF hava tapt fimm av sjey dystum higartil. Seinnapartin taptu strandakvinnur stórt 24-39 fyri Kyndli. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 20-12.

 

Stjørnan hevur fingið níggju stig av tólv møguligum fyrstu seks dystirnar, og seinnapartin vunnu klaksvíkskvinnur stórsigur 35-21 á VB í Vágshøll. Í steðginum var Stjørnan á odda 18-10. 

 

Kyndil er oddalið við 12 stigum. H71 og Stjørnan hava níggju stig hvør, og Neistin hevur átta stig. StÍF hevur fýra stig, og VB og EB eru aftast við ongum stigi.

 

Kyndil-StÍF 39-24 (20-12)

 

Málskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 10, Súna K. Hansen 9, Ró Nielsen 6, Bára K. Hansen 5, Sólja B. Poulsen 2, Bjørt Krossteig 2, Tirna Johnsdóttir 1, Barbara Hammer 1, Fríða N. Olsen 1, Beinta Bárðardóttir 1, Brá Reginsdóttir 1. 

 

Málskjúttar StÍF: Haruka Gima 7, Mao Otani 5, Guðrið Ellingsgaard 3, Karina B. Høgnesen 3, Vár D. Poulsen 2, Poula Dulavík 2, Emmy Kass 1, Rebekka Justinussen 1. 

 

VB-Stjørnan 21-35 (10-18)

 

Málskjúttar VB: Tórunn Vilhelm 6, Gurið K. Augustinussen 5, Durita K. Hjelm 5, Christina Holm 2, Bjørg á Líknargøtu 1, Vár Brattalíð 1, Rannvá Johannessen 1. 

 

Málskjúttar Stjørnan: Tóra Eliasen 7, Katrin Bertholdsen 7, Malene Madsen 5, Iulia Nelivko 4, Joan Sørensen 4, Tóra Norðá 3, Durita C. Jojic 3, Sonja S. á Bergi 2. 

 

Tóra Eliasen skoraði sjey mál fyri Stjørnuna í dag (Savnsmynd)

Tóra Eliasen skoraði sjey mál fyri Stjørnuna í dag (Savnsmynd)