Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í kvøld.
Í høllini á Hálsi vann Kyndil stórsigur 36-13 á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda heili 20-15.
Turið Arge Samuelsen var sum so mangan áður stórskjútti hjá Kyndli. Í kvøld var talan um 12 mál hjá Turið. Malene Madsen var við fýra málum toppskjútti hjá StÍF.
Í høllini í Vestmanna vann VÍF greitt 30-21 á Neistanum. Neistin var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var VÍF bert frammanfyri við einum máli, 15-14. Í seinna hálvleiki gekk illa hjá Neistanum at skjóta mál.
Fríða Nolsøe Olsen var við átta málum toppskjútti hjá VÍF. Silja Olivia Heðinsdóttir var við fimm málum toppskjútti hjá Neistanum.
Í høllini á Eiði vann Stjørnan greiðan 35-27 sigur á EB. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 15-9.
Nadja Pejovic var stórskjútti hjá EB við 11 málum. Tað lá eisini væl fyri hjá Iuliiu Nalivko, ið skoraði 10 ferðir fyri Stjørnuna.'
Kyndil er fremst í deildini við fullum stigatali, 14 stigum fyri sjey dystir. VÍF hevur 12 stig á øðrum plássinum, og Neistin hevur 10 stig á triðja plássinum. Stjørnan og H71 hava átta stig hvør. EB hevur fýra stig, StÍF hevur tvey stig, og VB er aftast við ongum stigi.
Fríggjadagin klokkan 17 spæla VB og H71 dyst suðuri í Vági.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnir frá dystunum, ið vóru leiktir í SMS-deildini í kvøld:
##med2##
##med3##
##med4##














