SMS: Sigrar til H71 og EB - javnt millum VÍF og Neistan

Tríggir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag

Tríggir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

H71 er framvegis ósigrað. Í dag vunnu hoyvíkskvinnur 37-30 á Stjørnuni í KÍ-høllini í Klaksvík. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Stjørnan var væl við fyrsta korterið av seinna hálvleiki, men seinastu løtuna dróg H71 frá Stjørnuni.

 

Í Vestmanna var ein sera spennandi dystur millum VÍF og Neistan, ið endaði við javnleiki 27-27. Fríða Nolsøe Olsen javnaði fyri VÍF til 27-27, tá bert trý sekund vóru eftir. VÍF var á odda 14-11 í steðginum. Fyri VÍF var tað ein smeitur, at Durita C. Jojic fekk tað reyða kortið tá tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. 

 

Í høllini á Skála vann EB ein kærkomnan 28-26 sigur á StÍF. EB var á odda 14-12 í steðginum. 

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Stjørnan-H71 30-37 (16-16):

 

##med3##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-Neistin 27-27 (14-11)

 

##med4##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-EB 26-28 (12-14) 

 

##med5##