H71 hevur vunnið grundspælið í SMS-deildini. Tað hevur leingi verið væntandi, men við 35-32 (20-16) sigrinum hjá hoyvíkskvinnum á Kyndli í høllini á Hálsi í dag bleiv tað staðfest.
H71 hevur 35 stig, og Kyndil hevur á øðrum plássinum 26 stig, og kann í mesta lagi fáa 32 stig. Neistin hevur 24 stig á triðja plássinum, og tí verður tað ein hørð kapprenning millum Kyndil og Neistan um at vinna annað plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar.
Stjørnan vann á útivølli 29-25 (14-9) á VÍF í Vestmanna. Stjørnan hevur 22 stig á fjórða plássinum, meðan VÍF hevur 18 stig á fimta plássinum.
Dysturin millum VB og StÍF suðuri í Vági bleiv vegna veður avlýstur. VB hevur seks stig, meðan StÍF og EB hava fimm stig hvør. Liðið sum endar á sætta plássinum vinnur seg í FM-fjórðingsfinaluna.
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Kyndil-H71 32-35 (16-20):
##med2##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-Stjørnan 25-29 (9-14)
##med3##