SMS: Hoyvíkskvinnur eru framvegis ósigraðar

Aftur í kvøld vunnu kvinnurnar hjá H71 aftaná ein tættan dyst

Kvinnurnar hjá H71 er væl og virðiliga sparraðar í Europa Cup kappingini, og hetta tykist at koma teimum til góðar í SMS-deildini.

 

Aftur í kvøld vunnu hoyvíkskvinnur aftaná ein tættan dyst. Í kvøld vann H71 á heimavølli tepran 27-25 sigur á Neistanum. Í steðginum var javnleikur 13-13.

 

Komandi sunnudagarnir vera avgerandi um tað í heila tikið verður nakar spenningur um tey fýra FM-finaluplássini í SMS-deildini.

 

Verandi føroyameistarar, StÍF taka móti H71 í høllini á Skála komandi sunnudag, og talan er um ein dyst StÍF má vinna fyri at halda lív í vónini at røkka fjórða plássinum.

 

Sunnudagin aftaná spælir StÍF í KÍ-høllini í Klaksvík móti Stjørnuni, og tá er kravið tað sama.

 

H71-Neistin 27-25 (13-13)

 

Málskjúttar H71: Jana Mittún 7, Brynhild Pálsdóttir 5, Maria H. Weyhe 4, Lív B. Zachariassen 3, Guðrið á Borg 2, Lukka Arge 2, Elsa Egholm 1, Rannvá Arge 1, Vár B. Zachariassen 1, Bjørk Brimnes 1. 

 

Málskjúttar Neistin: Sólbjørt Høj 7, Maria P. Nólsoy 7, Rakul Magnussen 4, Ingunn Kristina Persson 3, Hervør Niclasen 3, Rúna Larsen 1. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL102892305915
 H7182471905715
 NEISTIN102652145114
 STJØRNAN92762047212
 STÍF10246235118
 EB9158296-1382
 VB10198310-1120