SMS: Javnleikur millum Stjørnuna og Kyndil - StÍF vann á heimavølli

Enn sæst ikki tann stóri spenningurin um tey fýra FM-hálvfinaluplássini í SMS-deildini

Verandi føroyameistarar, StÍF vunnu í dag stórsigur 33-15 á EB í høllini á Skála. Í steðginum var StÍF á odda 15-6. 

 

Í Klaksvík var javnleikur 26-26 millum Stjørnuna og Kyndil, ið bæði eru eitt gott boð uppá ein FM-hálvfinaluluttakara. Stjørnan var á odda 11-9 í steðginum.

 

Fríggjakvøldið vunnu neistakvinnur 28-19 á VB. VB beit væl frá sær í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Neistin á odda við bert einum máli, 13-12. 

 

StÍF-EB 33-15 (15-6)

 

Málskjúttar StÍF: Karina B. Høgnisen 7, Poula Dulavík 5, Rebekka Zachariassen 5, Mao Otani 4, Haruka Gima 4, Emmy Kass 3, Jóna Bærentsen 2, Guðrið Ellingsgaard 1, Vár D. Poulsen 1, Rebekka Justinussen 1. 

 

Málskjúttar EB: Sarita Petersen 4, Eyðbjørg Ellingsgaard 3, Zeljana Grozdanic 3, Olivia Kruse 2, Karin Kruse 1, Talita Jeffrisdóttir 1, Rakul Magnussen 1. 

 

Stjørnan-Kyndil 26-26 (11-9)

 

Málskjúttar Stjørnan: Tóra Eliasen 8, Iulia Nalivko 5, Malene Madsen 5, Jancy Jakobsen 4, Joan Sørensen 2, Durita L. Johansen 1, Katrin Bertholdsen 1. 

 

Málskjuttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 9, Bára K. Hansen 8, Súna K. Hansen 6, Bjarta O. Johansen 3. 

 

Neistin-VB 28-19 (13-12)

 

Málskjúttar Neistin: Ingun Kristina Persson 9, Maria P. Nólsoy 5, Rakul Magnussen 5, Hervør Niclasen 3, Sólbjørt 3, Silja Heðinsdóttir 2, Petra Larsen 1. 

 

Málskjúttar VB: Gurið K. Augustinussen 4, Durita K. Hjelm 4, Bára K. Mortensen 4, Una Nolsøe 3, Tórun Vilhelm 3, Rannvá Johannessen 1. 

 

Enn er ikki nakar serligur spenningur um fjórða plássið. Stjørnan á triðja plássi og H71 á fjórða plássi hava nógvar dystir til góðar, og eru eisini ávikavist trý og fýra stig frammanfyri StÍF. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL102892305915
 NEISTIN92401875314
 STJØRNAN82461717512
 H7161871355211
 STÍF10246235118
 EB9158296-1382
 VB10198310-1120