SMS: Kyndil vann stórsigur á VB á Hálsi

Kyndilskvinnur eru nú nummar tvey í SMS-deildini

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld. 

 

Kyndil vann stórsigur 35-14 á VB í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 16-8. Tá 20 minuttir vóru leiktir var Kyndil bert á odda 8-7, men eftir tað gjørdist tað tungt hjá vágskvinnum.

 

Turið Arge Samuelsen var aftur stórskjútti hjá Kyndli í kvøld. Hesaferð við 12 málum.

 

Sunnudagin er skráin hendan: Klokkan 14: StÍF-EB og VÍF-Neistin (FM1 sigur frá dystinum - FM1 sigur eisini frá mansdystinum millum somu feløg klokkan 16), og klokkan 15: Stjørnan-H71. 

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med3##