SMS: StÍF vann á EB á útivølli

Strandakvinnur eru fjórðfremst í SMS-deildini

Seinnapartin er ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

Í høllini við Streymin tók EB móti StÍF.

 

StÍF vann dystin 33-27. Í fyrra hálvleiki vóru strandakvinnur greitt omaná, og var StÍF á odda 18-10 í steðginum.

 

Talita Alves skoraði heili 14 mál fyri EB, ið er meir enn helvtin av málunum hjá EB. Emma Marie Vanggaard Skovmand er góð tilgongd hjá StÍF. Í dag var hon toppskjútti við átta málum.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1651839612229
 NEISTIN164984108824
 H71164934415221
 STÍF164694511820
 VÍF164834404318
 STJØRNAN16409500-918
 EB16409491-827
 VB16389539-1501