SMS: Stjørnan vann seg í FM-endaspælið

Við stórsigri á EB staðfestu klaksvíkskvinnur, at tær vera í topp-4 í grundspælinum í SMS-deildini

Mynd: nordlysid.fo

Mynd: nordlysid.fo

Kyndil og H71 hava verið klár til FM-endaspælið í SMS-deildini í eina tíð, og ígjár bleiv tað staðfest, at Stjørnan eisini verður at finna millum topp-4 liðini í deildini.

 

Klaksvíkskvinnur vunnu ígjár stórsigur 34-16 á EB í KÍ-høllini í Klaksvík. Í steðginum var Stjørnan á odda 16-5.

 

Alt talar fyri, at Neistin verður tað fjórða liðið í FM-endaspælinum. Sunnudagin tekur StÍF hevur sum hevur ein evarska lítlan møguleika at fáa Neistan aftur á stigatalvuni móti júst Neistanum í høllini á Skála. StÍF má vinna allar írestandi fýra dystirnar í grundspælinum, og Neistin má tapa allar seks írestandi dystirnar hjá sær í grundspælinum um StÍF skal vinna seg uppá sama stigatal sum Neistin, og tað fer neyvan at henda.

 

Stjørnan-EB 34-16 (16-5)

 

Málskjúttar Stjørnan: Durita C. Jojic 12, Jancy Jacobsen 5, Tóra Eliasen 5, Durita L. Johansen 4, Sonja S. á Bergi 2, Katrin Bertholdsen 2, Mina S. Henriksen 1, Iulia Nalviko 1, Malene Madsen 1.

 

Málskjúttar EB: Lea Lisberg 5, Olivia Kruse 3, Sarita Petersen 3, Karin Kruse 2, Solveig Dahl 2, Sára Magnussen 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL (Víðari til FM-endaspælið)133842869821
 H71 (Víðari til FM-endaspælið)113382637521
 STJØRNAN (Víðari til FM-endaspælið)144273289918
 NEISTIN123132714216
 STÍF14328335-78
 VB14297419-1224
 EB12217402-1852
Mynd: nordlysid.fo

Mynd: nordlysid.fo