Smyril á Havnini við breki

Smyril liggur í løtuni í Havn, og óvist er nær loyst verður. Orsøkin er, at Smyril fekk eitt brek á veg til Havnar av Tvøroyri. Nærri verður lýst klokkan 21 í kvøld. Á veg norður av Tvøroyri til Havnar, fekk Smyril eitt brek á bógskrúvuna. Smyril lá eina løtu í Nólsoyarfirði, og tað eydnaðist at fáa Smyril til bryggju í Havn.

Í løtuni liggur Smyril í Havn og arbeitt verður við at umvæla brekið.

Sambært Conrad Gaard Joensen á Starndferðsluni, so verður lýst nærri klokkan 21 um, hvussu siglt verður í kvøld. Lýst verður í útvarpinum hjá Kringvarpinum og á heimasíðuni hjá Strandferðsluni - www.ssl.fo - og portal.fo fylgir eisini við, hvussu gongur við at umvæla brekið.