Nú er Smyril afturkomin

Fyribils halda tey seg til ætlanina um nær hann verður settur í sigling

Myndina tók Poul Laust Christiansen

Nú liggur Strandfaraskipið, Smyril, aftur á Krambatanga. Hann loysti frá landið á skipasmiðjuni á Munkebo á Fjóni á miðdegi leygardagin og nú klokkan níggju í morgun, legðí hann at á Krambatanga. Sostatt gekk heimferðin sum ætlað og tað hevur ligið í kortunum, at Smyril skuldi setast í sigling í kvøld, tá ið hann skuldi fara av Krambatanga klokkan 18.45 og so skuldi hann sigla eftir ferðaætlanini.

 

Hinvegin hevur avloysaraskipið, Herjólfur, ikki siglt síðani á miðdegi í gjár, bæði fyri veður og tí at stabilisatorarnir virka ikki. Men, sum vit skilja á Strandferðsluni er ætlanin, í hvussu so er fyribils, at halda seg til ætlanina um at Smyril fer at sigla í kvøkd. Annars er heilt nógvur vindur av útnyrðingi við hvirlum upp á 30 metrar um sekundið, og tað verður ikki fyrr enn mitt á nátt at hann fer upp í norðan og at hann hæsar av.

 

Myndina tók Poul Laust Christiansen