Smyril Line: Sáttmálin er í lagi

Einki er galið við sáttmálanum, sum Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur gjørt við íslendska Sjómannafelagið. Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Smyril Line, sum eigur Norrøna.

- Sáttmálanum er einki galið við, og vit sum reiðarí gera ikki annað enn at halda teir sáttmálar, sum eru á økinum, sigur nevndarformaðurin í Smyril Line við Rás 2.

Føroya Fiskimannafelag hevur annars funnist at sáttmálan, sum ger, at íslendsku hýrurnar fáa væl minni enn sáttmálin, sum føroyingarnir vanliga fáa.

Men tað er einki løgfrøðiliga í vegin fyri, at løgfrøðiliga er einki í vegin fyri, at Reiðarafelagið fyri Farmaskip ger ein serligan sáttmála við eitt íslendskt sjómannafelag, tí skipið er í FAS-skipanini, sigur nevndarformaðurin í Smyril Line.

- FAS-lógin heimilar, at Reiðarafelagið ger sáttmálar við íslendska sjómannafelagið fyri íslendsku manningina, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Nevndarformaðurin í Smyril Line harmast um, at Norrøna er blivin ein kastibløka millum fakfeløg.

- Í grundini standa vit eitt sindur spyrjandi í løtuni og halda kanska, at vit eru vorðin partur av einum stríði millum fakfeløg, sigur Jens Meinhard Rasmussen við Rás 2.