Nú er greitt nær Smyril fer í sigling aftur

Hann hevur akkurát nú rundað Skagen og hevur sett kós ímóti Føroyum

Tað hevur gingið betur enn væntað at avgreiða arbeiðini, sum skuldi gerast, nú Smyril hevur verið á skipamiðju í Munkebo á Fjóni til eftirlit. Eftir ætlan skuldi Smyril setast aftur í rutusigling mánadagin 3. oktober.

 

Men arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at nú er greitt, at hann kemur aftur í sigling longu nú mánadagin, tað er í ovurmorgin, ella eina viku fyri ætlan. Ætlanin var annars at loysa frá landið á skipasmiðjuni í gjárkvøldið, og at fara undir rutusigling aftur í annaðkvøld. Men har riggaði ikki alt, sum tað skuldi og sostatt var tað ikki fyrr enn á miðdegi í dag at hann loysti.

 

Fyrsti túrurin var ein royndartúrur fyri at vita um alt var, sum tað skuldi. Kósin varð sett til Skagen og tá ið tað vísti seg, at alt var í ordan, var manningin av skipasmiðjuni, sum fylgdi við á royndartúrinum, sett av umborð á ein loðsbát úr Skagen, og Smyril helt so leiðina fram og setti kós ímóti Føroyum. Teir hava akkurat rundað Skagen og hava sett fulla ferð á ímóti Føroyum.

 

Men Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað verður eitt nos, tá ið teir nærkast Føroyum mánanáttina. Men hann sigur, at teir vænta kortini at vera inn á Tvøroyri á døgverða mánadagin og heldur tað, verður Smyril so settur í sigling mánakvøldið, tá ið hann fer fyrsta túrin av Krambatanga mánakvøldið klokkan 18.45 - og síðani siglur hann eftir ferðaætlanini.

 

Tað merkir, at heldur ætlanin, siglur Herjólfur sín seinasta túr á hesum sinni av Havnini, mánamorgunin klokkan tíggju. Túrurin av Krambatanga klokkan tvey verður ikki sigldur og so fer Smyril at sigla aftur av Krambatanga klokkan 18.45