Smyril má aftur leggja nakrar túrar burtur ímillum

Í tveir dagar í næstu viku verður ferðasambandi hjá suðuroyingum skert

Hóast Smyril akkurát hevur verið í dokk í fleiri vikur, verður neyðugt at leggja hann nakrar túrar burtur ímillum í næstu viku.

 

Strandferðslan boðar frá í morgun, at vegna arbeiði umborð verða nakrir túrar avlýstir, mánadagin og mikudagin. Hvørki mánadagin ella mikudagin siglir hann sostatt túrarnar av Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30.

 

Mikudagin siglur Herjólfur og tá sleppa ferðafólk við, men tað er ógvuliga avmarkað pláss fyri persónbilum, men tað ber til at bíleggja pláss til persónbilar.

 

 

 

Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at tá ið Smyril var í dokk, vórðu fleiri rútar skiftir út. Men nú vísir tað seg, at tað lekur um fleiri av teimum og tí skulu teir fukast um aftur.

 

Nakrir rútar eru fukaðir, men nakað er eftir at gera og tað er hetta, sum skal gerast í næstu viku. Hann sigur, at tá ið teir eru fukaðir, skulu fukurnar harðna í eina tíð, og sostatt leggur hann nakrar túrar burtur ímillum. Sum veðrið er nú, er nógv sjórok upp á rútarnar, sigur hann, og tískil verða túrar lagdur burtur ímillum.

 

Tá ið rútarnir verða fukaðir, skal tað helst verða turt og tað liggur ikki væl fyri at hava tað nóg turt um næturnar, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at hetta eru trupulleikar, sum ikki skuldu verið, men veruleikin er ein annar. Í roynd og veru er hetta tann síðsti partur av dokkingini, sum nú verður gjørdur, sigur hann.