Smyril skerjir ferðaætlanina næstu dagarnar

Hann hevur maskinbrek og tí verður ferðaætlanin bæði skerd - og broytt

Smyril hevur fingið maskinbrek. Hann hevur fýra motorar, men nú er tann eini gingin fyri og tí verður siglt væl seinni enn vanligt. Men tað fer eisini at taka nakrar dagar at umvæla brekið og tað merkir, at smyril fer at sigla við eini skerdari ferðaætlan bæði í dag og í morgin – og fríggjadagin eru eisini broytingar.

 

Hetta merkir, at Smyril fer at liggja á Havnini um næturnar, tí smiðir skulu arbeiða umborð og sostatt verður fyrsti túrur á morgni ikki av Krambatanga, sum vanligt, men av Havnini, bæði í morgin og fríggjadagin.

 

Annars fer hann bara at sigla tvær ferðir um dagin í morgin, morgun og kvøld, og sostatt dettur túrurin av Kramatanga og av Havnini mitt á degi, burtur í morgin. Gongst sum ætlað fer hann at sigla aftur eftir vanligari ferðaætlan fríggjadagin klokkan 13, tá ið hann fer av Havnini.