Smyril broytir og Hasfjord avlýsir í morgin

Smyril broytir ferðaætlan í morgin, 12. januar, skrivar Strandferðslan á ssl.fo.

 

 Veðrið hevur tarnað samferðsluni síðstu dagarnar, men hesaferð er tað ikki veðrið, ið er orsøk til broytingarnar

 

Vegna tekniskt arbeiði umborð á Smyrli mikudagin 12. januar, verður túrurin av Havnini kl. 08:45 og av Krambatanga kl. 11:30 ikki sigldur.

 

Siglt verður av Krambatanga kl. 06:00 og kl. 18:45 og av Havnini kl. 16:00 og kl. 21:15.

 

Men veðrið ávirkar tó siglingina hjá Strandferðsluni, tí soleiðis verður sagt um siglingina millum Skopun og Gomlurætt:

 

Fyri veður verður ongin sigling á leið 85, mikudagin 12. Januar.