So er koronupassið umsíðir góðkent og klárt at brúka

ES-nevndin hevur nú endaliga góðkent talgilda føroyska koronupassið.

Koronupassið kann brúkast í flest øllum londum í Evropa, og gongdin er, at lond úr øðrum heimspørtum eisini gerast partur av skipanini við talgildum koronupassi.

 

Limalondini í ES hava í vikuni tikið avgerð um at góðkenna føroysku koronupassloysnina, og kunngerðin er lýst í European Journal.   

 

Nýggja talgilda koronupassið fer at lætta um hjá øllum, sum fara út í heim at ferðast ella at arbeiða. Tú hevur passið á telefonini og kanst vísa tað, tá ið tað krevst.

 

Koronupassið er ókeypis og kann takast niður á www.corona.fo. Á corona.fo fært tú eisini holla vegleiðing um hvussu tú tekur passið niður.

 

Um passið

 

  1. Tú tekur koronupassið niður á telefonina. Tú skalt hava Samleikan fyri at fáa koronupassið.
  2. Tá ið tú ritar inn, verður koronapassið sjálvvirkandi dagført og vísir, um tú hevur koronupass, sum er í gildi, tí tú ert koppsett/ur. Tú kanst eisini fáa tína negativu koronukanning á koronupassið.
  3. Koronupassið vísir upplýsingar um koppseting og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi.

 

Tað er Sjúkrahúsverkið, sum í samstarvi við Smyril Line, Talgildu Føroyar og Klintra, sum hevur staðið fyri at menna talgilda føroyska koronupassið.