So eru teir farnir avstað

– Hetta verður heimið hjá okkum næstu tveir mánaðirnar

Edmund er fremstur, og aftanfyri er Neil. Jákup er myndamaður

Nú hava Jákup Jacobsen, Edmund Berg og Neil Blackeby sett kósina móti Føroyum við árabáti teirra "Guðrun". Teir hava loyst frá landi í Dania Beach í Florida, og sostatt er túrurin nú av álvara byrjaður.

 

Teir lata væl at nú fyrstu løtuna og siga, at higartil er tað lætt at rógva.

 

– Hetta verður heimið hjá okkum næstu tveir mánaðirnar. Edmund sigur, at tað verður í mesta lagi tveir mánaðir, so vit vóna, at hann fær rætt, sigur Jákup Jacobsen í einum videobroti, sum teir hava lagt út á Facebook.

 

Nakrir bátar fylgdu teimum á veg út úr fjørðinum, og um eina løtu koma teir úr fjørðinum og til opið hav.

 

LES EISINI: Prestur vælsignar teir áðrenn teir rógva til Føroya

 

LES EISINI: Í morgin verður tað: Fara at rógva úr USA til Føroya

 

Hoyr eisini Jákup greiða nærri frá stóra ævintýrinum HER.

 

Edmund er fremstur, og aftanfyri er Neil. Jákup er myndamaður