So gomul skulu børn verða fyri at fáa fartelefon

Fólkaheilsuráðið hevur góð ráð til foreldur og skúlar um, hvussu tey kunnu bera seg at fyr at leggja góðar vanar niður í børnini

Vit brúka longri og longri tíð framman fyri einum skermi, bæði sjónvarpi, teldu, teldli og fartelefon. Fólkaheilsuráðið ásannar, at verður tøknin brúkt við skili, er hon góð.  Fólkaheilsuráðið hevur sett nøkur góð ráð upp til foreldur og skúlar um, hvussu tey eiga at bera seg at fyri at leggja góðar vanar niður í børnini.

 

Vanar, og óvanar, verða mentir tíðliga í lívinum og tí er tað avgerðandi at leggja góðar vanar niður í børnini, heldur Fólkaheilsuráðið.

 

– Skíggjar eru komnir fyri at vera, men hetta merkir ikki, at vit einki skulu gera fyri at tryggja eina skynsama skíggjanýtslu, sigur Fólkaheilsuráðið.

 

Tey siga, at tað eru tríggir samanhangandi tættir, sum kunnu forða fyri, at skíggjanýtslan tekur yvirhond. Fyrsti tátturin er aldur, annar tátturin er, hvussu vit brúka skíggja, og í triðja lagi, hvat snýr tað seg um, hvat annað vit gera ístaðin fyri at sita framman fyri einum skíggja.

 

Nøkur av teimum góðu ráðini hjá Fólkaheilsuráðnum, eru:

 

– At børn ikki fáa snildfon, fyrr enn tey eru 14 ára gomul.

 

 – At børn og tannáringar, sum eru yngri enn 14 ár, bara eru a internetinum, tá ið foreldur eru saman við teimum..

 

– At børn ikki hava skíggja á kamarinum fyrr enn tey eru minst 16 ára gomul.

 

– At skúlar hjálpa børnum og tannáringum at avmarka skíggjanýtlsuna hjá børnunum, og at børnini ikki sleppa at telefon við í skúlan fyri at eggja til sosiala samveru.

 

Nðan fyri er ein talva har fólkaheilsuráðið mælir til, hvussu langa tíð, vit eiga at brúka framman fyri skerminum

 

##med2##