Í gjár vóru 843 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð. 2.078 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.898 smittað við korona, fýra eru innløgd við korona, harav ein er innlagdur vegna korona, og 19 eru deyð við korona í Føroyum
Smittutrýstið er nú 40,5 prosent, sum er tað mesta nakrantað. Tað kann so vera tí, at fólk lurta eftir tilmælunum og bara kanna seg, um tey hava sjúkutekin ella grundaðan illgruna um, at tey eru smittað.