So long er bíðitíðin at skifta mjødn

Mjadnar verða skiftar bæði á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Myndin er frá Landssjúkrahúsinum

Sjúkrahúsverkið er farið undir eitt arbeiðið at samskipa virksemið í sambandi við skurðviðgerðir.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Ingilín Didriksen Strøm,  tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu long bíðitíðin er at skifta mjødn.  

 

Hann sigur, at endamálið er at fáa sum burtur úr arbeiðsorkuni, sum er til taks til skurðviðgerðir á teimum trimum sjúkrahúsunum, so at sjúklingarnir ikki bíða óneyðuga leingi eftir kanning og viðgerð.

 

Annars sigur hann, at á Landssjúkrahúsinum er bíðitíðin at skifta mjødn, umleið eitt hálvt ár. Bíðitíðin frá tí, at sjúklingurin hevur fingið eina ávísing frá kommunulæknanum, til hann sleppur til viðtali hjá serlækna, er umleið tríggjar mánaðir, og so ganga aftur tríggir mánaðir til sjúklingurin verður lagdur undir skurð at skifta mjødn.

 

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er bíðitíðin til mjadnaskurðviðgerð eitt sindur ymisk, alt eftir nær avvarðandi skurðlæknar er á sjúkrahúsinum. Tað eru umleið seks vikur um árið, at mjadnaskurðviðgerðir verða gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað eru tveir læknar, sum vanliga arbeiða á sjúkrahúsum í Noregi og Svøríki, sum gera skurðviðgerðirnar, og teir koma á Klaksvíkar sjúkrahús við jøvnum millumbilum.

 

Í løtuni standa átta fólk á bíðilista at skifta mjødn á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tey verða løgd undir skurð í aðru viku. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er bíðitíðin annars í miðal umleið tríggjar mánaðir frá tí at sjúklingurin hevur fingið ávísing frá kommunulækna, til hann er skurðviðgjørdur.

 

Men í feriutíð, umframt á jólum og á páskum, verða mjadnar og knø ikki skift, tí tá verða bara bráðneyðugar skurðviðgerðir gjørdar. Hettar merkir, at hjá summum sjúklingum er tað longri at bíða tí feria kemur uppímillum.

 

Somuleiðis hevði korona við sær, at allar skurðviðgerðir vórðu útsettar. Allar hesar skurðviðgerðir eru tó avgreiddar fyri langari tíð síðani. Tað kann eisini koma fyri, at sjúklingur verður raktur av sjúku, sum hevur við sær, at tað ikki er ráðiligt at fara undir stóra skurðviðgerð, sigur landsstýrismaðurin.

 

Myndin er frá Landssjúkrahúsinum