So minka smittutølini aftur

Í løtuni liggja 33 sjúklingar á intensivari deild á norskum sjúkrahúsum, harav liggja 19 í respiratori.

 

 

Nýggjastu tølini úr Noregi, sum eru komin nú um midnáttarleitið, siga, at landið hevur havt 763 nýggjar koronu-tilburðir seinasta samdøgrið.

 

Tað er 538 færri enn sama dag fyri einari viku síðan. 

 

Seinastu sjey dagarnar hevur miðaltalið av nýggjum smittaðum í Noregi verið 935 um samdøgrið.

 

Í vikuni frammanundan var miðaltalið rættiliga høgt, nevniliga 1.371.

 

Tað merkir, skriva norskir miðlar í kvøld, at smittan í landinum í løtuni er minkandi.

 

Í løtuni liggja 33 sjúklingar á intensivari deild á norskum sjúkrahúsum, harav liggja 19 í respiratori.

 

Tilsamans liggja 107 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og talið av deyðum higartil er komið upp á 841.