So minkaðu koronutølinin nakað

Sjey færri smittað í gjár

Í gjár vóru 38 nýggir tilburðir við koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

2950 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 377 smittað, átta eru innløgd, og 12 eru deyð við koronu í Føroyum.