So mugu vit gevast at drepa grind alt fyri eitt

- Vit, sum hava góðar inntøkur, kunnu ikki nokta øðrum at selja grind

- Eg dugi ikki at síggja nakað sum helst galið í, at fólk selja burturav grind, sum tey hava fingið ókeypis.

 

Tað heldur Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum.

 

Á aðalfundinum hjá felagnum beint fyri páskir, varð spurningurin reistur um, tað er rætt, at gera grind til handilsvøru.

 

Í tí sambandi varð ført fram, at tá ið greiða útlendingum frá grindadrápi, verja vit okkum altíð við, at grind er ikki handilsvøra. Tí er tað ein andsøgn í tí, at grind er til sølu í handlunum.

 

Les eisini: Skal grind seljast í handlum ella ikki?

 

Men Tað heldur Hans Jacob Hermansen ikki.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví hann ikki sær nakað sum helst galið í, at grind er at fáa til keyps í handlinum. Og hoyr hann eisini  greiða frá, hví hann heldur, at at vit ikki mugu lifra fyri Sea Shepherd og útlendingum annars.