So nærkast nátungatíðin

Onkur ár sæst nátungi á sjónum fáar dagar eftir 20. august, og onnur ár skulu vit helst út um 25. august, áðrenn fyrstu fuglarnir eru at síggja.

 

Her er tað Karlot Hergeirsson, sum er á nátungaveiði. Tað er siðvenja í familjuni at veiða fugl.

Nátungatíðin stundar til, og longu í seinnu hálvu av næstu viku kunnu vit vænta, at menn fara at gera teir fyrstu túrarnar á báti. 

 

Kring um landið eru tað menn, sum nú rigga bátar, glúp og arbeiðsskúr til, og hetta er ein veiða, sum meira verður gjørt burtur úr í summum økjum í Føroyum enn øðrum.

 

Fyri fleiri er hetta ein spennandi og hugnalig tíð, og hetta er eisini ein partur av siðvenjuni.

 

Tað eru teir, sum velja sær ein góðan dag og gera ein einstakan túr til húsbrúks, og tað eru teir, sum gera nakrar túrar í vertíðini og selja burtur av veiðini.   

 

Uppaftur eru tað aðrir, sum rættiliga fyrireika seg og gera seg út til nátungatíðina – við skjóttgangandi bátum og bestu umstøðum á landi, og tað er ikki ókent, at fleiri eru saman um hetta arbeiði.

 

Onkur ár sæst nátungi á sjónum fáar dagar eftir 20. august, og onnur ár skulu vit helst út um 25. august, áðrenn fyrstu fuglarnir eru at síggja.

 

##med2##

 

Um viðrar, kann roknast við, at eitt nú leygardagurin hin 27. august verður ein stórur nátadagur. Síðan koma vit út í bestu nátungatíð í vikuni eftir, sum er mánaðarskiftið august/ september, og vanligt er, at ungin kann takast á sjónum alla fyrstu viku av september.

 

Tá fyrsta vika av september er farin, fer nátungatíðin at halla, og tá so langt er útliðið í vertíðini, flýgur fuglurin á sjónum, um lotið verður ov frískligt.

 

Úti á bygd, har siðvenja framvegis er, at menn taka nátunga á sjónum, kann ramur náta-og svidnaroykur kennast í næsunum – úr hugnaliga umhvørvinum niðri við sjóvarmálan, har menn standa og gera reint.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Her er tað Karlot Hergeirsson, sum er á nátungaveiði. Tað er siðvenja í familjuni at veiða fugl.

Hetta eru feitir, góðir og leskiligir kroppar, klárir at koyra í ovnin.