So nógv kunnu føroyingar vænta í skattalætta

Nú setir løgmaður eisini tal á, hvussu nógv, ein miðal familja kann vænta sær í skattalætta næsta ár

 

Næsta fáa føroyingar við lágum og miðalinntøkum skattalætta.

 

Tað hevur samgongan lovað og á fólkafundi í Havn um vikuskiftið, hava bæði løgmaður, Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, endurtikið lyftið.

 

Og nú hevur løgmaður eisini sett eitt tal á fyri, hvussu nógv ein familja kann vænta sær í skattalætta.

 

Hann sigur, at tað er ómøguligt at seta nágreinilig tøl á, men hann sigur, at ein miðal skal vænta sær ein skattalætta upp á einar 1500 krónur um mánaðin.

 

Men hann skoytir upp í, at hava tey smábørn undir skúlaaldur, skulu tey eisini vænta at fáa ein lætta fyri tey.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at útrokningar vísa, at verður skattastigin broyttur, so at ein, sum forvinnur 250.000 krónur um árið, fær 800 krónur um mánaðin í skattalætta, kostar tað 217 milliónir krónur.

 

Men verður skattastigin fyri tær høgu inntøkurnar stillaður samstundis, so at tær ikki fáa skattalætta, kostar skattalættin nakað minni, nevniliga einar 170 milliónir krónur.

 

Løgmaður sigur, at tað skal fíggjast við at leggja avgjald á alivinnuna.

 

- Vit hava trý alivirki í Føroyum, sum hava fingið einkarrætt til allar firðir í Føroyum. Tær høvdu 1,3 milliardir í yvirskoti, men rinda bara 40 milliónir fyri rættin til at brúka firðirnar. Tey tola saktans at rinda meiri fyri hendan framíhjárættin, sigur Aksel V. Johannesen.

- Tað er hvørki at knokkroyta, ella taka grundarlagið undan alivinnuna, sigur løgmaður.

 

- Tað er at býta samfelagskakuna betri og rættvísari leggur hann afturat.

 

Samstundis skal ein partur av fiskirættindum seljast næsta ár og eisini nakað av tí skal brúkast at fíggja ein skattalætta við.

 

Høgni Hoydal leggur afturat, at skattalættin skal eisini fíggjast við at leggja fíggjarpolitikkin um. Eitt nú er tað ein gyltur møguleiki at krevja kapitalvinningsskatt, tí tað eru stórar upphæddir, sum fara óskattaðar av landinum til útlendingar, sum eiga stórar fyritøkur í Føroyum.