So nógv skal alivinnan rinda afturat í avgjaldi

Men ein avleiðing av at hækka avgjaldið, er, at landskassin fer at missa inntøkur av skatti

 

Hesa seinastu tíðina hava fleiri politikarar í Løgtinginum ført fram, at alivinnan eigur at rinda meiri í avgjøldum til landskassan. Eitt sindur av ósemju hevur verið um hetta í samgonguni, tí summir politikarar halda, at alivinnan kastar so nógv av sær, at tey hava ráð til at rinda hægri avgjøld til landskassan.

 

Aðrir politikarar ávara ímóti at leggja meiri avgjøld á vinnuna, tí fyri samfelagið er tað betri, at pengarnir verða verandi í vinnuni, tí tað bøtir um umstøðurnar at gera íløgur.

 

Men kortini er niðurstøðan í samgonguni, at avgjøldini hjá alivinnuni til landskassan skulu hækkast, og nú fer samgongan at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað. Í hesum sambandi er uppskotið nú lagt fyri avvarðandi partar til ummælis

 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at eftir verandi skipan hevði landið fingið 255,8 milliónir í tøkugjaldi frá alivinnuna næsta ár. Eftir nýggju skipanini fær landið 330,5 milliónir í tøkugjaldi næsta ár. Metingin er sostatt, at landskassin fær 74,7 milliónir í øktari inntøku, nú avgjaldið verður hækkað.

 

##med2##

 

Men avgjaldið er ein rakstrarkostnaður hjá alifyritøkunum, og skal tí tað dragast frá í skattskyldugu inntøkuni. Avleiðingin av at avgjaldið hækkar er tískil, at úrslitini hjá alivinnuni minka og harvið fara tey at rinda minni í partafelagsskatti.

 

Kommunurnar fáa 30 prosent av partafelagsskattinum og landið fær 70 prosent, so hetta ávirkar eisini kommunurnar. Landsstýrismaðurin sigur, at taka vit næsta ár sum dømi, fer landskassin, sum sagt, at fáa 74,4 milliónir meiri í inntøkum av at avgjaldið hækkar. Men afturfyri minkar partafelagsskatturin umleið 13,5 milliónir og kommunurnar missa so 30 prosent av tí, ella góðar fýra milliónir. Men endaliga úrslitið er, at umleið 61 milliónir eftir til almennu kassarnar.

 

Eitt økt tøkugjald skuldi eisini merkt, at minni verður at luta út til partaeigararnar í vinningsbýti og tí minkar skatturin av vinningsbýtinum eisini. Í miðal fær landið 7,4 prosent av rakstrarúrslitinum inn í vinningsbýtisskatti.

 

Hetta merkir, at økja vit rakstrarkostnaðin hjá alivinnuni við at hækka tøkugjaldið, missa almennu kassarnir 7,4 prosent av hesi øktu inntøkuni í lækkaðum vinningsbýtisskatt. Hetta svarar til áleið 5,4 milliónir, sigur landsstýrismaðurin.

 

Rokna vit við at fáa 74,4 milliónir eyka í tøkugjaldi næsta ár, missa vit ístaðinm fyri 13,5 milliónir í partafelagsskatti og 5,4 milliónir í skatti av vinningsbýti. Endaliga úrslitið verður sostatt, at 55,7 milliónir liggja eftir í landskassanum, sigur landsstýrismaðurin.

 

Her sæst munurin á núverandi skipan og skipanini, sum ætlanin er at seta í verk. Hægri prísurin er, hægri er avgjaldið og lægri prísurin er, lægri er avgjaldið