So reyk enn ein Premier League venjari

Tað er ikki lætt at verða venjari í Premier League

Í dag hevur Middlesbrough koyrt spanska venjaran Aitor Karanka. Liðið liggur á 19. plássi og hevur ikki vunnið í 2017. Fyribils tekur hjálparvenjarinl Steve Agnew, við.

 

43 ára gamli Aitor Karanka, sum er fyrrverandi verjuspælari hjá Real Madrid, hevur verið venjari hjá norðurenska felagnum síðani 2013. Tað hevur onkuntíð verið órógv í tíðini hjá honum Middlesbrough.

 

Bretskir miðlar skriva, at tað seinastu tíðina hevur verið órógv í hópinum, og tað er orsøkin til venjarin er koyrdur. Liðið hevur ikki vunnið síðani 17. desembur, tá Middlesbrough vann 3-0 á Swansea.

 

Fyri kortum rendi Leicester Claudio Ranieri heim. Tað hevur kollvelt ensku meistararnar, sum nú eru víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League.