So verður asfalterað

Broytingar verða í ferðsluni á Tvøroyri, nú Landsverk fer at asfaltera í kommununi.

Týsdagin 17. mai verður vegastrekkið Undir Heygnum og Við Sílá á Tvøroyri asfalterað. 


- Hetta merkir, sigur Tvøroyrar kommuna, at allir bilar skulu flytast burtur av økinum, og at eingin ferðsla verður á strekkinum týsdagin. Hetta fevnir bæði um gjøgnumkoyring og koyring til og frá húsum. 


Lagt verður aftrat, at mikudagin 18. mai verður ikki loyvt tungari ferðslu at koyra á vegastrekkinum, men einans persónbilum og øðrum akførum, sum viga 3500 kilo og minni.


- Orsøkin til hesar ásetingar er, at Landsverk skal sleppa framat at gera sítt arbeiði - og fyri at sleppa bilum undan av fáa skaða, sigur Tvøroyrar kommuna.