Søgulig bretsk krúna skal tilpassast

St. Edward's Crown frá 1700-talinum er av týdningarmestu ríkisgimsteinunum, er tikin úr framsýningini í Tower of London, tí hon skal passast til innan krýningina av Charles kongi.

 

Tað sigur Buckingham Palace.

 

Krúnan, sum er úr reinum gulli og sett við rubinum, ametystum, safirum, reyðar granat, topas og turmalin, skal gjøgnum eitt »tilpassingararbeiði«, áðrenn krýninga av Charles kongi í Wetsmister Abbey 6. mai næsta ár, verður sagt úr kongshúsinum.

 

Krúnan verður vanliga víst fram í Tower of London saman við restini av ríkisgimsteinunum – eittt stór savn av kongaligum veldisteknum.

 

St. Edward's Crown er eitt sindur meira enn 30 sentimetrar høg og sera tung.

 

/ritzau/AFP