Søguligur AB sigur á HB

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur AB í kvøld vunnið landskappingardyst ímóti HB

Fótbóltslagið er gott millum heimafólkið, sum í góðveðrinum er á veg av vøllinum inni í Vika og til hús. Orsøkin er tann, at AB í kvøld sigraði 2-1 í grannauppgerðini ímóti toppliðnum HB. Hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at AB hevur megnað at vinna fulla úrtøku í landskappingardysti ímóti HB. Úrslitið ber við sær, at tað mest sum er avgjørt, at tað eisini næsta ár verður sunnudagsfótbóltur á Argjum. Nú er AB níggju stig frammanfyri TB, sum AB sunnudagin skal spæla á útivølli ímóti. Fýra umfør eru eftir av 2013 kappingarárinum.

 

AB var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik. Í báðum førum vórðu málini skorað eftir long innkast, sum Dion Splidt tók sær av. Í fyrra førinum var tað Ahmed Keita, sum smekkaði til eftir eitt sindur av aftur og fram. Í seinna førinum bríkslaði dómarin fyri brotssparki, eftir at Sorin Anghel var farin um koll, og Dion Splidt umsetti brotssparkið til mál.

 

AB helt leingi tørn um 2-0 leiðsluna, men tá ið Andrew av Fløtum hevði minkað um munin, eftir fríspæling frá innskifta Heina Vatnsdal, kom rættuligt lív í HB spælararnar. HB trýsti nógv, og næst við vóru gestirnir, tá ið Christian R. Mouritsen sendi bóltin í stólpan aftanfyri sera sannførandi Símun Rógva Hansen.

 

AB spælararnir arbeiddu sum leyvur. Fyrstu løtuna, eftir at HB hevði minkað um munin, kendist tað sum um, at heimamenninir vóru troyttir, men teir ernaðust aftur, og teir megnaðu at varðveita skipanina á liðnum. Teir vóru tættir í verjupartinum, og tað var stutt millum keturnar. Harvið var tað torført hjá HB, ið sum tíðin leið tveitti nógv fólk fram í brotsteigin.

 

Síðstu løtuna vóru tað spentar støður í báðum endum, og ta einu ferðina brast bólturin í stólpan aftanfyri HB málverjan.

 

HB hevði í kvøld møguleikan at styrkja um oddasessin. Tað eydnaðist ikki, men HB er framvegis stórfavorittur at vinna meistaraheitið. Fýra umfør undan kappingarenda er HB fimm stig frammanfyri ÍF, sum er fremsti FM avbjóðarin.

 

 

AB-HB 2-1(2-0)

1-0: Ahmed Keita 17.

2-0: Dion Splidt br 43.

2-1: Andrew av Fløtum 66.

Dómari: Páll Augustinussen

AB: Símun Rógvi Hansen – Jobin Drangastein,  Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen -Mikkjal T. Hentze (Hørður M. Mohr, 74.), Dmitrije Jankovic, Kári Nielsen - Dion Splidt, Ahmed Keita (Karstin Højgaard, 82.), Sorin Anghel (Jónas Stenberg, 70.)

Gult kort: Rói Danielsen

HB: Teitur Gestsson – Tróndur Jensen (Rógvi S. Holm, 87.), Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José Dos Santos – Páll Mohr Joensen (Heini Vatnsdal, 58.),  Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen (Bárður J. Heinesen, 79.) - Christian R. Mouritsen,  Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen

Gult kort:eingin

 

 

Støðan eftir 23 umfør

HB 48

ÍF 43

EB/Streymur 37

B36 37

NSÍ 36

Víkingur 31

AB 25

KÍ 21

TB 19

07Vestur 14

 

 

24. umfar

Leygardagin 28. september

KÍ-EB/Streymur

Sunnudagin 29. september

HB-07Vestur

TB-AB

Víkingur-ÍF

NSÍ-B36

 

 

 

LIÐUGT

2-1!

 

2-1

90+3) AB hevur havt stóran møguleika, men Teitur M. Gestsson bjargar eftir roynd frá Jónasi Stenberg.

 

90) 4 minuttir lagdir aftrat!

 

 

2-1

88) Dion Splidt hevur sent bóltin á stólpan aftanfyri Teit M. Gestsson!

Rógvi Holm er komin inn í HB álopið í staðin fyri høgra vongverjan Trónd Jensen.

 

 

2-1

85) Dagsskráin er púra greið síðstu løtuna: Heini Vatnsdal, Bárður J. Heinesen og Fróði Benjaminsen stríðast fyri at vinna luftdystirnar í brotsteiginum hjá AB, har Símun Rógvi Hansen higartil hevur verið sera stinnur.

 

 

2-1

80) Tað leikar á frammanfyri AB málið. Næst við at skora var Christian R. Mouritsen, tá ið hann sendi bóltin í stólpan.

Bárður J. Heinesen er komin inn á HB liðið í staðin fyri Bárður Olsen.

Ahmed Keita er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Karstin Højgaard.

 

2-1

74) Hørður Mohr kemur inn á AB miðvøllin í staðin fyri Mikkjal T. Hentze. Tað er ikki frítt, at AB spælararnir tykjast vera farnir at møðast eftir velduga arbeiðið, sum teir hava gjørt. HB er leikliga omaná.

 

 

2-1

70) Jónas Stenberg er komin inn á AB liðið í staðin fyri Sorin Anghel, sum er farin skaddur av vøllinum.

Rói Danielsen hevur sæð gula kortið fyri at gera fríspark ímóti Fróða Benjaminsen.

Rættuligt lív er kveikt í HB liðið aftur, og AB liðið kennist ikki sørt skelkað.

 

67) 2-1: Andrew av Fløtum 67.

Eftir langa sending snittar innskifti Heini Vatnsdal við høvdinum bóltin til Andrew av Fløtum, sum trygt setur bóltin í málið.

 

2-0

62) Tað gongur ikki væl hjá HB at fáa skipað samanspæl í lag. AB spælararnir stríðast sum leyvur, og tað er vandamikið í HB brotsteiginum hvørja ferð, tá ið Dion Splidt kastar long innkøst inn undir HB málið.

Keita roynir seg úr góðari støðu, men Teitur M. Gestsson bjargar til horna í høgru.

 

 

2-0

58) Eftir langt innkast frá Dion Splidt tiltuskar AB sær horna. Bólturin verður lagdur úr vinstru og til handara stólan, men tað endar við málsparki. Heini Vatnsdal hjá HB kemur á vøllin í staðin fyri Páll Mohr Joensen. Fróði Benjaminsen verður fluttur longur fram á vøllin.

 

2-0

56) Oftast er tað torført hjá HB at spæla seg til málmøguleikar. Orsøkin er tann, at AB liðið hongur væl saman. Heimamenninir eru tættir, og tað er stutt millum keturnar. HB spælararnir eru so smátt farnir at veipa við ørmunum og at hyggja upp á dómaran.

 

2-0

53) Andrew av Fløtum hevur við snildari sending spælt Kristin R. Mouritsen leysan í vinstru. Tað ber horna við sær í vinstru og so í høgru, og  so aftur í høgru, og tá leypir Símun Rógvi Hansen upp og heldur bóltinum.

 

 

2-0

50) Eftir horna úr vinstru roynir Santos seg av brotsteigarmarkinum, men Símun Rógvi Hansen bjargar. Í næsta álopinum tiltuskar AB sær fríspark dygst uttanvert brotsteigin í høgru, men einki spyrst burturúr.

 

 

46) Spælararnir eru við at gera seg klárar til 2. hálvleik. Hóast HB hevur verið meiri á bóltinum, so er tað AB, sum er frammanfyri 2-0. Bæði málini vórðu skorað eftir deyðbóltsstøður. Í fyrra førinum var tað, eftir at Dion Splidt við innkasti hevði sent bóltin mitt innfyri málið og eitt sindur av aftur og fram, at Keita úr sjey metrum smekkaði bóltin í málið. Í seinna førinum varð brotsspark, eftir at Dion Splidt enn eina ferð hevði tveitt langt innkast í brotsteigin. Sorin Anghel, sum í dag er í vinstra borði, fór um koll, og Dion Splidt setti brotssparki til vinstru fyri seg sjálvan og í málið aftanfyri Teit Matras Gestsson.

 

Ongar broytingar eru gjørdar á liðunum, og veðrið er framvegis av tí besta.

 

 

 

HÁLVLEIKUR

2-0

Argjamenn fara undir tak við stórum sjálvsáliti. HB spælararnir kenna seg ikki hava fingið tað burturúr, sum spælbýtið hevur lagt upp til.

 

 

44) 2-0: Dion Splidt br 44

Eftir langt innkast frá Dion Splidt og eitt sindur av aftur og fram dettur Sorin Anghel, eftir at hann er skumpaður í ryggin av Jóhan Troest Davidsen.

Dion Splidt setur bóltin trygt í netið úr ellivu metrum.

 

1-0

43) HB trýstir, og nú hevur bólturin eftir innlegg verið á tvørtænum aftanfyri AB málverjan.

 

 

1-0

40) Nógvir áskoðarar eru á Argjum og hyggja at fótbólti í kvøld.

 

 

1-0

37) HB hevur havt fyrsta hornasparkið, men einki spurdist burturúr innlegginum. Í næsta álopinum sneiddi  Christian R. Mouritsen framvið tveimum, og eftir innleggið var um reppið, at Fróði Benjaminsen skoraði, men Símun Rógvi Hansen bjargaði.

HB trýstir!

 

 

1-0

35) Heimamenninir eru ógvuliga uppsettir. Teir hava higartil megnað at kringsett móttøðumenninar, tá ið teir hava bóltin, men tað krevur nógva orku.

 

 

1-0

32) HB hevur havt besta álopið higartil. Páll Mohr Joensen sneiddi fleiri av sær,og Andrew av Fløtum spældi snilt Kristin R. Mouritsen, sum ikki roknaði av álvara við møguleikanum.  

 

1-0

29) AB liðið hevur lagt seg eitt vet aftur á vøllin, og heimamenninir eru sera avgjørdir, tá ið teir møta mótstøðumonnunum og takla.

 

1-0

27) Eftir HB miss í uppspælinum gerst Keita leysur og smekkar til, men Teitur M. Gestsson verjir fyri. Keita tykist sera væl upplagdur.

 

 

25) HB spælir sítt spæl, og oddaliðið kennist hava tol, hóast heimaliðið er frammanfyri. AB spælararnir kennast strongdir,og teir gera ov skjótt av, tá ið teir hava bóltin.

 

 

20) Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur í ár, at AB hevur verið á odda ímóti HB. Tá ið liðini fyrr í ár hittust á Argjum, var HB frammanfyri 3-0, tá ið 16 minuttir vóru farnir.

AB roynir við longum sendingum fram til Keita, sum er rættuliga einsamallur og hevur fýra verjuspælarar at stríðast við. Tað er ikki løtt uppgáva hjá málskjúttanum.

 

 

17) 1-0: Keita 17.

Eftir langt innkast frá Dion Splidt og eitt sindur av aftur og fram hevur Keita skorað.

AB hevur havt tvey hornaspørk, meðan HB einki hevur havt.

 

12) Tað er málleyst á Argjum, har líkindini at spæla fótbólt eru av teimum bestu. Higartil hava ikki verið serliga stórir málmøguleikar.

 

AB-HB kl. 17.00

Dómari: Páll Augustinussen

AB: Simun Rógvi Hansen – Jobin Drangastein,  Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen,  Mikkjal T. Hentze, Dmitrije Jankovic, Kári Nielsen - Dion Splidt, Ahmed Keita, Sorin Anghel

HB: Teitur Gestsson – Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José Dos Dantos –Páll Mohr Joensen,  Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen - Christian R. Mouritsen,  Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen